Sum eina avleiðing av vísindaligu kanningini hjá Hera á Rógvi um kostnaðarstøðið í Føroyum í mun til Danmark vísir Hendrik Egholm á, at gassoljan er bíligari í Føroyum. Hendrik Egholm, stjóri á Magn, sigur við Rás2, at gassoljan 1. mai var 10,30% bíligari í Føroyum enn í Danmark, og at hon í meðan fyri 2009 var 8,3% bíligari.
Hetta er eftir, at allir skattir og avgjøld eru tikin frá, sigur Hendrik Egholm.
Tað undrar hann eitt sindur, at so er, tí donsku oljufeløgini keypa inn í nógv størri nøgdum við harav fylgjandi mongaravsláttri, samstundis sum føroysku oljufeløgini hava flutningsútreiðslur, sum tey donsku oljufeløgini ikki hava.
Einasta frágreiðingin kann tí vera, at donsku oljufeløgini vinna munandi meiri pengar fyri hvønn seldan litur av gassolju, enn hvat vit gera, sigur Hendrk Egholm.
Tá talan er um diesel og bensin liggja føroysku prísirnir tó nakað hægri enn teir donsku. 1. mai var diesel 2,8% dýrari og bensin 8,6% dýrari. Fyri 2009 vóru tølini ávikavist 6,9% og 12,8% dýrari enn í Danmark.
Men hetta kemst eisini av, at mongdirnar, vit selja í Føroyum, eru munandi minni en í Danmark, sigur Hendrik Egholm, stjóri á Magn, sum kortini fegnast um, at í hvussu er ein týðandi vørubólkur er bíligari í Føroyum enn í Danmark.
Tað má koma samfelagnum tilgóða so ella so, sigur Hendrik Egholm við Rás2.