Tað var í august, at ræðandi myndir av fyrrverandi ensku fótbóltsstjørnuni, Paul Gascoigne, komu undan kavi. 47 ára gamli Gascoigne var fallin til brennivín og var likamliga illa fyri.
Júst sum hann var serliga illa fyri, so fekk hann óvæntaða hjálp. Hóast Gascoigne í fleiri ár spældi við Tottenham, so vóru fíggindarnir úr Arsenal fúsir at veita honum hjálp.
Gary Lewin, sum í nógv ár var fysioterapeut hjá Arsenal og í løtuni hevur sama starv á enska landsliðnum, var saman við Arsene Wenger honum í neyðini stór hjálp.
- Eg ringdi til fysioterapeutin, Gary Lewin, og segði, at eg ikki hevði tað gott. Hann bað meg fara beinleiðis á sjúkrahúsið, tí hann stúrdi fyri, at eg hevði fingið lungnabruna. Wenger játtaði at gjalda 263.000 kronur fyri viðgerðina og Arsenal hevur eisini goldið 206.000 krónur fyri eina skurðviðgerð í mjødnini, sigur Gascoigne við The Sun.
Hóast Paul Gascoigne hevur tað trupult við at halda seg burtur frá brennivíni, so veit hann hvat krevst.
- Tann einasti, sum kann bjarga mær, eri eg sjálvur. Tað er lætt at halda seg edrúan, men tað er sanniliga eisini lætt at detta út í aftur. Um tú ikki ert nóg sálarliga sterkur, so endar tú í kistuni, sigur hann.