Í Gásadali kanst tú uppliva bygdamentanina, søguna og síggja umhvørvið saman við ferðaleiðara. Á garðinum kanst tú gista, og her kanst tú fáa ein drekkamunn, hvíla tær beinini, og tú kanst eta ein góðan bita.
Gásadalsgarður er væl egnaður til firmaútferðir, veitslur og fundir og mangt annað. Á garðinum eru fýra kømur við dupultsong og bað, og her er felags køkur og felagsrúm, tvey kømur í hvørji hæddini.
Her er kafé, sum læt upp hin 1. apríl og verður opin til út á heystið. Á kafé’ini, sum er opin hvønn dag frá klokkan 11 til 16, fæst altíð ein góður biti, og her fæst eisini smyrjibreyð við góðum føroyskum viðskera.
Sunnudagar er døgurði á kafé’ini, og her mugu fólk, sum ætla sær ein góðan døgurðabita, at siga frá frammanundan. Onkur kemur á gátt, sum ikki hevur sagt frá og er pláss hesa løtu, sleppur viðkomandi sjálvsagt til borðs.
Gásadalsgarður eigur seyð og fleiri kálvar og epli og røtur, sum borðreitt verður við, er alt føroysk grøði.
Múlin, sum er partur av matriklinum hjá garðinum, var altíð eitt gott pláss til kornvelting, og her hava tey í nøkur ár velt korn.
Ein gøta gongur ígjøgnum kornakurin.
##med2##
Føroya Bjór hevur í nøkur ár bryggjað ølina, Múlafossur, har kornið, sum veksur í umhvørvinum og vatn úr bygdini, hevur verið partur av rávøruni. Hetta er ein øl við gull-styrki, sum smakkar væl, er sera væl umtókt og kennist mild hóast sína styrki.
Ein slík øl fæst altíð á Gásadalsgarði, sum eisini hevur skeinkiloyvi.
Í summar fara tey á garðinum at hava týskvøld, sum eitt kvøld, har ikki minst útlendsk ferðafólk fáa høvi at royna føroyskan mat. Hetta kvøldið ætla tey at skipa sum eitt føroyskt mentanarkvøld.
Gásadalur er ikki minst eitt matferðamál, bæði fyri føroyingar og útlendingar, og bygdin er nú eisini skotin upp til Embla-virðislønina sum matferðamál.
Bygdin er við sínum seyða-og neytakjøti og sínari grøði sjálvforsýnað, og soleiðis er hetta ikki vøra, sum kemur aðrastaðni úr Føroyum ella úr útlandinum.
Á Facebook-síðuni - Gásadalsgarður - sæst neyvari kunning um garðin og virksemi, sum garðurin hevur.












