Gary Neville slapp við skrekkinum

Fyrrverandi liðskiparin hjá Manchester United vann heldur ikki í sættu royndini

Mynd: (Polfoto) Gary Neville

Gary Neville hevur nú staðið á odda fyri Valencia seks ferðir í sponsku landskappingini, men enn restar fyrsti sigurin í. Í dag var um reppið, at Valencia tapti á heimavølli fyri Rayo Vallacano. Bjargingin kom stutt fyri tíð, tá Valencia fekk bjargað sær ein 2-2 javnleik.

 

Gary Neville, sum er fyrrverandi liðskipari hjá Manchester United og viðmerkjari hjá Sky Sports, hevur havt eina torføra byrjan upp á lívið sum høvðusvenjari.

 

Av teimum fyrstu seks dystunum undir Gary Neville, hevur Valencia spælt fýra javnar og tapt tveir. Valencia liggur mitt í stigatalvuni.

 

Seinni í dag spæla øll trý toppliðini. Barcelona og Real Madrid eru favorittar á heimavølli móti ávikavist Atletic Bilbao og Sporting Gijon, meðan Atletico Madrid er á vitjan hjá Las Palmas. Øll trý toppliðini eru stórfavorittar at vinna.

Mynd: (Polfoto) Gary Neville

Mynd: (Polfoto) Gary Neville

Mynd: (Polfoto) Gary Neville

Mynd: (Polfoto) Gary Neville

Mynd: (Polfoto) Gary Neville