Ein av teimum heilt kendu guitarspælarunum, Gary Moore, er brádliga deyður í tíðliga í morgun, bara 58 ára gamalur.
Tað skriva alskyns fjølmiðlar. Enn er óvist, hví hann doyði, tí hann hevur ikki verið sjúkur, sigur BBC í dag.
Gary Moore var úr Belfast og gjørdist kendur sum guitarspælari í kenda bólkinum Thin Lizzy. Hann var høgt virdur guitarleikari tónleikari, og hann gav eisini tónleik út sjálvur.
Millum kendastu sangirnar hjá Gary Moore eru Still Got The Blues, Empty Rooms, Out In The Fields og Over The Hills And Far Away.
Gary Moore var í feriu í Spania, men tíðliga í morgun doyði hann, meðan hann svav. Umboðsmaðurin Adam Parsons sigur við BBC, at hann er skelkaður av tíðundunum.
- Eg trúgvi tí ikki. Hann var sunnur og væl fyri og framvegis ein íðin tónleikari, sigur Adam Parsons.









