Gary Kasparov kemur til Føroya 8. juni

Í døgunum 8-12. juni fær Talvsamband Føroyar slóbrótandi vitjan tá heimsins besti telvari kemur til Føroyar. Hann fer at telva simultantalv ímóti landsliðnum í Norðurlandahúsinum og venja unglingar okkara. Eisini fer Kasparov á Norðoyarstevnuvitjan har stórt talvtiltak verður

 

Talv:


Í apríl í fjør fór formaðurin í Talvsambandi Føroyar, Rani Nolsøe til Íslands har hann ætlaði sær, við samtykt frá TSF-nevndini, at koma á tal við Kasparov ella umboðsmann hansara, við tí í eyga at fáa hann hendan vegin. Kasparov og aðrir sterkir mans telvaðu tá kvikkapping í Reykjavík.

Eingin avtala var framanundan gjørd og varð tí hendan ferð ein satsningur av TSF. Tað ótrúliga hendi at Rani fekk lítlan fund við umboðsmann Kasparovs, Owen Williams, sum var sera fryntligur og positivur. Eftir lokna kapping hittust Rani og Owen aftur, og tá var sjálvur Kasparov eisini til staðar. Mynd bleiv tikin av Rana og Kasparov, og seinastu orðini frá Owen tá teir mátti skunda sær víðari varð: ?This summer or the summer in 2001?.

Tískil endaði ferðin í Íslandi sera gleðilig, og hevur TSF síðani havt gott samskifti við Owen Williams. Loksins fyri einum mánaða síðani bleiv sáttmálur skrivaður millum TSF og Kasparov.


Spennandi dagar

Fyribils stuðlar til hesa slóbrótandi vitjan eru Føroya Sparikassi, sum eru høvuðsstuðlar, UMMS, Føroya Shell, Tórshavnar Býráð, Norðurlandahúsið, Klaksvíkar Býráð og Føroya Lívstrygging.

Ætlanin varð at kona Kasparovs skuldi vera við á ferðini, men skúlaskyldur forða henni, og tí verður Owen Williams ístaðin við á ferðini.

Í Havnini fer Kasparov at telva simultan í Norðurlandahúsinum ímóti landsliði okkara sum telur seks telvarar. Vanur er Kasparov at telva simultan, eitt nú vann hann heili 6-0 á Ísraelska landsliðnum herfyri, og vóru allir stórmeistarar og altjóða meistarar, men stuttligt hevði verið um onkur av okkara monnum fekk okkrurt stigið. Umframt telvingina í Havnini fer hann eisini at venja talvungdóm okkara, sum jú er grundarsteinurin undir framtíðar føroyskari telving. Kasparov hevur sjálvur gjørt sera nógv fyri ungómstelving kring heimin, har hann eitt nú hevur fingið telving inn í skúlar í fleiri londum.

Síðani gongur leið hansara til Klaksvíkar har stórt talvshow verður á Norðoyarstevnu. Nógv ung sum gomul, roynd sum óroynd sleppa at royna seg ímót heimsins besta telvara í stórari talvsimultankapping.

Ikki bert talv verður á skránni, eisini fer TSF at sigla Kasparov undir vestmannabjørgini, umframt aðrar útferðir.