Trøllashow
Trøllapætur og omman hava úr at gera, nú tey rigga til rimmar framførsluna, sum verður í Klaksvík leygardagin. Um ólavsøkuna tóku tey bæði sær kortini stundir til eitt legg suður til Havnar, tá Ossi helt 700 ára føðingardag í einum fullsettum tjaldi í Kommunuskúlagarðinum.
Her fingu vit eisini orðið á Trøllapætur, og vit spurdu hann, hvørt hann og omman høvdu fyrireikað nakað til Summarfestivalin. Ein festivalur, har tey aftur í ár eru millum nøvnini, sum skulu á stóra pallin við Vágsbø.
- Eg veit ikki ordiliga, hvat omma ætlar sær, men hon hevur snakkað óført við Magna Arge hesa seinastu tíðina. Eg haldi, at hon hevur gjørt onkra avtalu við tyrluskipararnar hjá Atlantic Airways, sum eisini hava hjálpt okkum áður.
- Akkurát hvat hon ætlar, veit eg ikki. Men eitt veit eg, og tað er, hon hevur hugt nógv eftir James Bond seinastu tíðina. Serliga hasi scenuni, tá hann hongur úr eini tyrlu. Og so garvill, sum omma er, so kann hon gott finna upp á okkurt líknandi.
Rockn roll
Men annars ætla tey bæði trøllini bara at seta ordiligt lív í festivalin, sigur Trøllapætur.
- Omma elskar rockn roll, og eg ivist ikki í, at hon hevur biðið Steintór og teir um at finna bæði keyboard og guitara fram. So har verður futtur í fyri allar pengarnar. Og sjálvt um Erling og Jógvan onkra tíð eru eitt sindur súrir við ommu, so rokni eg við, at vit eisini fáa teir báðar at syngja og dansa. Erling hevur eisini vant ordiliga nógv í seinastuni, og nú dugir hann ordiliga væl at spæla klaver. Tað segði Jógvan eisini, tá vit høvdu konsert her í dag.
Meira enn tað sama hevði Trøllapætur ikki stundir til hesa løtuna í Kommunuskúlagarðinum. Fleiri hundrað børn og eisini nógv vaksin vildu tosa við trøllini, og so nyttar lítið at brúka alla tíðina til fjølmiðlafólk.
Men eitt man vera púrasta víst. Tað er lagt upp til ein knappan tíma, har sangir, spæl, skemt og fjas til børn millum 1 og 100 verður á skránni. Keðiligt hevur tað ongan tíð verið, tá trøllini bæði og teirra vinir fara á pallin.