Heini Lützen hevur um nakar annar myndað føroyska kristna tónleikin tey síðstu mongu árini. Á ársins Summarfestivali framførdi hann á stóra palli ?Hetta skal ikki vera nøkur konsert,? legði Heini út við at siga, ?hetta skal meira síggjast sum ein gudstænasta.?
Og tað var tað. Heini framførdi nógvar av sálmunum, sum hann nýliga hevur givið út á fløgu. Ikki man tann vanligi kirkjugangarin tó hava kent sálmarnir serliga væl aftur, sum teir vórðu framførdir av kristna rockkonginum í Føroyum.
Heini sang sublimt. Hann rakti hvønn einasta tóna klokkureint, hóast teir vórðu so høgir, at man fór at skelva í knøunum. Tónleikararnir spældu eisini heilt ótrúliga væl, har teir allir samlir kunnu teljast millum Føroya bestu.
Antin dámar man hesar nýggju sálmarnar, ella ger man ikki. Sjálvur saknaði undirritaði eitt sindur av stílvariatión, tá allir sálmarnir vórðu framførdir nokk so eins. Burtursæð frá tí hevði Heini eina ótrúliga flotta og musikalskt geniala konsert.










