Garvaðir politikarar

Sum tað sæst niðanfyri, eru tað fimm garvaðir politikarar, sum nú ikki stilla uppaftur til løgtingsvalið 19. januar. Kelda til upplýsingarnar er heimasíða Løgtingsins.

Hendrik Old

Hendrik Old er vágbingur og hevur verið løgtingsmaður síðani 1984. Hann hevur eisini verið formaður í løgtingsins fiskivinnunevnd 1991-92 og 1994-95. Formaður í Tingmannaráði Útnorðurs 1991-92. Formaður í nevndini fyri Lønjavningargrunn Skipsfiskimanna 1987-95. Formaður í løgtingsins vinnunevnd síðan juli 1995.

 

Jógvan við Keldu

Jógvan við Keldu er úr Klaksík og hevur verið løgtingsmaður frá 1988-90 og aftur frá 1998. Limur í uttanlandsnevndini og Norðurlandaráðnum. Landsstýrismaður í innlendismálum frá 31. januar 2004 til 1. desember 2005. Limur í Norðurlandaráðnum í 1989. Limur í stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús 1977-84, formaður 1981-84. Býráðslimur í Klaksvík 1971-74, býráðsformaður 1981-88 og aftur frá 1993-2000. Limur í Norðurlandaráðnum 1998.

 

Sverri Midjord

Sverri Midjord er av Tvøroyri og varð valdur á ting á fyrsta sinni 1978-80 og síðan aftur frá 1990-94. Hann var annars varamaður á Løgtingið frá 1975-78 og 1985-88. Hann var aftur valdur á ting á seinasta løgtingsvali. Hann hevur annars verið varaformaður í ÍSF í nógv ár og býráðspolitikari á Tvøroyri í mong ár, harav okkurt skifti sum borgarstjóri.

 

Vilhelm Johannesen

Vilhelm Johannesen er Klaksvíkingur. Hann hevur verið løgtingsmaður síðani 1980, men var varamaður longu í 1970.

Hetta valskeiðið hevur hann verið næstformaður í fíggjarnevndini og 2. næstformaður Løgtingsins. Hann hevur annars verið fíggjarnevndarlimur frá januar til juni 1989, frá 1991 til 94 og síðan 1998. Hann varð eisini formaður í fíggjarnevndini frá 1992-94.

Hann var limur í Klaksvíkar býráð 1975-84, formaður í Føroya Kommunufelag 1977-79, limur í Vanlukkutryggingarráðnum 1971-75, formaður í stýrinum fyri Norðoya Røktarheim 1984-85. Formaður í stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús 1991-1993.

Hann var eisini landsstýrismaður frá 1979 til 1981 og frá 1985 til 1989.

Ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum frá januar 1972 til november 1979.

 

Lisbeth Petersen

Lisbeth Petersen er havnarfólk. Hon var býráðslimur í Tórshavn 1984-2000, 1. næstformaður 1984-92, býráðsformaður 1992 -1996.

Hon var starvsstjórnarlimur í Sambandsflokkinum frá 1980-90 og floksskrivari frá 1982-87. Nevndarlimur í Føroya Væl, sum er valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy frá 1989-2000 og formaður 1997-99. Næstformaður í Kvinnufelagssamskipan Føroya frá 1982-86. Formaður Sambandsfloksins 2001 - 2004.

Hon hevur verið Løgtingslimur síðan 1990. 2. næstformaður í 1991 og 3. næstformaður í 1992. Formaður í tingbólki Sambandsfloksins frá 2001-2004. Eftir valið 20. januar 2004 limur í fíggjarnevndini og trivnaðarnevndini.

Fólkatingslimur síðan 2001. Varalimur á fólkatingi á heysti 1988, men á hesum fólkatingsvalinum stillaði hon ikki upp.