Tónleikur
Nýggjasta navnið á G! skránni er íslendski punk/rokkbólkurin Dr. Spock. Tað er trupult ikki at samanbera Dr. Spock við føroyska bólkin 200. Báðir bólkar framføra sín heilt egna punkkenda rokk, við skemtiligum tekstum. Báðir bólkar vóru undirgrundsbólkar í fleiri ár og eru síðan vorðnir stór nøvn á heimliga tónleikapallinum, báðir bólkar hava vakt áhuga uttanlands og júst eins og 200 vann heiðurin besti bólkur á Planet Awards í fjør, so vann Dr. Spock heiðurin besti konsertbólkur á íslendsku tónleikaheiðurslønunum hjá XFM útvarpsstøðini. Hesa heiðursløn fekk bólkurin ikki minst orsakað av sínum garrvillu pallframførslum.
Dr. Spock var stovnaður stutt fyri ártúndskiftið við hugsjónini um, at skapa svakt skemtiligt rock’n’roll framført við svøkum pallframførslum.
HAM oddamaður
Fyrstu árini spældi bólkurin konsertir av og á, men var ikki serliga virkin. Tað var ikki fyrr enn, bólkurin varð biðin um at gera eitt lag til filmin Óskabörn Þjóðarinnar, at verulig gongd kom í. Kendi íslendski rokksangarin Óttarr Proppe úr legendariska rokkbólkinum HAM, spældi høvuðsleiklutin í filminum, og Dr. Spock bað tí hann um at syngja á lagnum. Proppe og bólkurin vóru so nøgdir við samstarvið, at hann fór upp í bólkin. Luttøka á Iceland Airwaves 2004 gav veruliga úrslit. Stóra íslendska plátufelagið Smekkleysa var umboða á konsertini, og tónleikurin og frálíka móttøkan hjá áskoðarunum gjørdi sítt til, at Smekkleysa bjóðaði bólkinum útgávusáttmála.
Dr. Phil gjørdi bólkin kendan
Í góðum punkstíli varð fyrsta fløgan, Dr. Phil, spæld inn uppá 20 tímar, har bólkurin spældi øll løgini beinleiðis inn í upptøkuhølinum. Bæði ummælarar og plátukeyparar elskaðu Dr. Phil, og bólkurin gjørdist millum kendu bólkarnar í Íslandi.
Hetta gav Dr. Spock nógvar konsertir, bæði á festivalum, smáum og stórum konsertstøðum og sum upphiting fyri Alice Cooper og Iggy Pop & the Stooges í Íslandi. Ein av teimum mest forkunnugu framførslunum var í einum íslendskum fongsli.
Dr. Spock hevur spælt nakað kring Norðurlond og í USA. Bólkurin hevur millum annað luttikið á risastóra ídnaðarfestivalinum South by Southwest í Austin, Texas. Eisini hevur Dr. Spock spælt á stóru ídnaðarmessuni Eurosonic í Hollandi.
Dr. Spock hevur eisini samstarva við Mugison, ið vitjaði í G! í fjør, Hetta var í sambandi við tónleik til íslendskan krimi filmin Myrin
Størri enn nakrantíð
Í løtuni er Dr. Spock størri enn nakrantíð áður í heimlandinum. Bólkurin hevur herfyri givið EP-fløguna The Incredible Tooth of Dr. Zoega, og fyrsta lagið Skitapakk, lá seks vikur ovast á almenna hittlistanum í Íslandi. Arbeitt verður við eini komandi útgávu. Men tíð er altso sett av til eina vitjan á Gøtusandi. Ein vitjan, ið møguliga kann fáa Gøtusand at lyfta seg. Á G!Festivalinum eru tey spent, í tíðindaskrivið skrivar G! millum annað: “Tú gekst kanska og helt, at tú visti, hvat rokkar? Vell, spock you!! Gulir uppvaskihandskar og útspent vomb - Tað rokkar! Ivast tú? So kenn teg raktan, tá Dr. Spock fara á pallin við whisky í hond og geyla "skíta pakk" yvir fjöldina. Hetta er løtan, tá rock-elitan fær eitt íslendskt punkspark eitt vist stað! Dr. Spock hevur tveir sangarar, annar í ljósreyðum spandexbuksum, hin við einari trongd at vísa fram ístrið rundan um nalvan. Dr. Spock hevur altíð uppvaskihandskar við sær á pall. Og Jack Daniels. Bass-spælarin vil helst vera í leopard-undirbuksum - og bara teimum. Dr. Spock er gallsvakt, hyperaktivt, ein heiður fyri smakkloysið - og nógv for stuttligt! Orð sum "freakshow" og "bizart" byrja kanska at runga í hugaheiminum hjá teimum flestu, og tað er eisini júst hesi lýsingarorð ummælarar hava givið hesum merkisverda og undirhaldandi bólki. Men hetta er meint í positivu merkingunum av orðunum, tí dr. Spock er veruliga undirhald fyri allar pengarnar, sum ikki á nakran hátt taka seg sjálvar ov hátíðarliga, men megna kollektivt at gyppa dyntil við sinum legandariskt grotesku og skammleysu liveframførslum....Tónleikurin er eitt bland millum kabarett og heavymetal, millum Frank Zappa, Primus, Mike Patton, MC Hár og Troels Trier, kryddað við rukkulívi, tvætli og attitudu....Øs teg upp, flenn, vís búk - hvat tú vilt, men droppa hatta har við at standa og síggja kul út! Spock you!”