Seinastu árini hjá garnaskipum hava ikki roynst væl. Bæði gjaldføri og soliditetur eru versnað munandi.
Bjarni Arnason hjá grannskoðarafelagnum Nota vísir í roknskapargreining á, at talan hevur verið um munandi afturgongd hjá hesum skipabólki árini 2006-2009. Tó sæst ein lítil framgongd í 2010.
- Nøgdir og prísir hava sveiggjað lutfalsliga nógv í tíðarskeiðnum 2006-2010. Nøgdin er nevniliga minkað við 40,7% árini 2006-2010 - og miðalprísurin er lækkaður við 8,3%.
Væntandi er tí, sigur Bjarni Arnason, at samlaða úrslitið hjá garnaskipum verður nakað tað sama í ár sum í 2010.
Miðalaldurin hjá garnaskipum er 44 ár.










