Fýra garnaskip eru til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Skipini hava brúkiligan fiskiskap. Her liggur garnaskipið Oknin við bryggju á Toftum fyri nøkrum døgum síðan.

Garnaskip hava brúkiligan fiskiskap

- Fiskiskapurin eftir upsa er einki at reypa av, men tað gongur heldur frægari nú, verður sagt.

Fýra garnaskip eru til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Skipini hava brúkiligan fiskiskap. Her liggur garnaskipið Oknin við bryggju á Toftum fyri nøkrum døgum síðan.

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

- Fiskiskapurin eftir upsa er einki at reypa av, men tað gongur heldur frægari nú.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. 

 

Tvey partrolarapør fiska gulllaks, nú vertíðin er. Pørini plagdu at vera trý, men síðan Eysturbúgvin sakk, hava tey bara verið tvey.

 

- Tað er bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap í løtuni. Teir fiska kongafisk, blálongu og svartkalva.

 

Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir, men helst fara nakrir út í næstum. 

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað kemur inn at landa fyrst í næstu viku, og hitt kemur seinni í vikuni.

 

Tað eru eisini tvey garnaskip sum fiska havtasku.

 

- Tað er brúkiligur garnafiskiskapur, bæði á svartkalvaveiði og havtaskuveiði, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

Fýra garnaskip eru til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Skipini hava brúkiligan fiskiskap. Her liggur garnaskipið Oknin við bryggju á Toftum fyri nøkrum døgum síðan.