Garnaskip fekk um skrúvuna

Brimil var júst komin til lands við skiparanæmingum, tá Vaktar-og Bjargingartænastan fekk boð um, at garnaskipið Thor hevði fingið um skrúvuna og bað og sleip

Sleip

 

Garnaskipið Thor úr Hósvík var statt einar 68 fjórðingar í ein landssyning eystan úr Borðuni í Nólsoy, tá teir mikudagin fingu um skrúvuna og bóðu Vaktar-og Bjargingartænastuna um sleip.

Veðurvánirnar vóru einki serligar, tá skipið bað um hjálp. Hann segði frá vátakava og vindi, og tí gjørdi Vaktar-og Bjargingartænastan av at senda Brimil á leiðina beinanvegin, so teir kundu seta fast á skipið, áðrenn hann øtlaði veðrið.

Brimil var júst komin á Havnina og skuldi seta skiparanæmingar í land, tá boðini um Thor komu. Næmingarnir høvdu tá verið umborð á Brimli í seks dagar, har teir høvdu fingið upplæring og venjing í at brúka navigatiónstólini, sum eru í skúlastovuni og á brúnni umborð.

 

Alt gekk væl

Brimil og Thor komu í øllum góðum á Runavík hósmorgunin klokkan 06, og so skjótt skipini vóru bundin, og motorarnir vórðu sløktar, fóru kavarar niður at skera burtur av skrúvuni.

Um 9.45-tíðina sama morgun var liðugt at skera, og tá teir startaðu motorin aftur umborð á Thor og koplaðu í, vísti alt seg at vera í lagi aftur.