Gareth Bale er í kvøld kostin til ársins leikara av PFA. Les her hvørjir blivu nummar tvey og trý. Professional Footballers´ Association(PFA) velur hvørt ár bestu leikararnar í enskum fótbólti. Í ár fall valið á 21-ára gamla Tottenham leikaran og walisan, Gareth Bale. Hann er samstundis fjórði walisin, ið fær heiðurin eftir Ian Rush, Mark Hughes og Ryan Giggs. Næstur honum kom Samir Nasri hjá Arsenal og á triðja plássi, Carlos Tevez hjá Manchester City.
Á endaliga listanum í ár vóru:
PFA Player of the Year:
Charlie Adam (Blackpool); Gareth Bale (Tottenham); Samir Nasri (Arsenal); Scott Parker (West Ham); Carlos Tevez (Manchester City); Rafael van der Vaart (Tottenham); Nemanja Vidic (Manchester United)
Eisini ársins stjørnuskot verður kosið. Hendan heiðurin fekk Arsenal miðvallarin Jack Wilshere. Hann hevur umframt at spæla fast á Arsenal miðvøllinum, eisini vunnið sær pláss á enska landsliðnum.
Á endaliga listanum vóru:
PFA Young Player of the Year:
Gareth Bale (Tottenham); Seamus Coleman (Everton); Joe Hart (Manchester City) Javier Hernández (Manchester United); Nani (Manchester United); Samir Nasri (Arsenal); Jack Wilshere (Arsenal)