Walisiski vongurin hevur verið settur í samband við feløg sum Manchester United, Manchester City, Inter Milan og Barcelona, men nú er greitt at Gareth Bale heldur fram í Tottenham.
22-ára gamli Tottenham leikari bleiv fyri einum kappingarári síðani kosin til ársins leikara í Premier League. Avrikini hjá honum og Tottenham hava fingið nógv rós í fótbóltsheiminum, men tað lá eitt sindur í luftini at um Tottenham ikki kom í Champions League í ár, so fór at verða torført at halda upp á skjóta vongin.
Tí kom tað eitt sindur óvart á, tá Tottenham í dag kundi boða frá, at teir hava longt sáttmálan við umrødda vinstra vongin.
«Felagið flytir seg rætta vegin og eg vil gjarna verða ein partur av tí, sigur Gareth Bale sambært BBC.
Gareth Bale kom til Tottenham í mai mánaði 2007 frá Southampton fyri nakað undir 50 milliónir krónur.
«Eg havi verið her í fimm ár og havi elskað hvørt sekund. Viðhaldsfólkini hava eisini tikið væl móti mær og eg vil gjarna vísa teimum sama álit tey hava víst mær, sigur Gareth Bale víðari.
Tottenham hevur í løtuni ongan venjara, eftir at Harry Redknapp fekk sparkið. Fyrrverandi Chelsea venjarin, Andre Villas-Boas, er favorittur at taka við starvinum sum venjari. Aðrir venjarar, ið eru settir í samband við Tottenham eru Laurent Blanc, Roberto Martinez, Fabio Capello, Jurgen Klinsmann, David Moyes og Rafael Benitez.