33 ára gamli stórleikarin, Gareth Bale sum stillaði fótbóltsstyvlarnar fyri stuttum fer nú at kappast í einari PGA golfkapping í Kalifornia í USA.
Gareth Bale fer saman við 155 øðrum amatørum at kappast í PGA golfkappingini: Pebble Beach Pro-Am fyrst í februar.
Millum yrkisleikararnar sum fara at kappast í kappingini er US Open-meistarin, Matt Fitzpatrick.
Gareth Bale hevur íðkað golf nógv í síni frítíð, og nú fæst at síggja hvussu væl hann kann standa seg millum topp-golfíðkarar í einari PGA golfkapping.
Samanlagt fara 156 amatørar og 156 yrkisleikarar at kappast í Pebble Beach Pro-Am golfkappingini.
##med2##