? Tað verður sjálvandi ríkisfelagsskapurin, sum kemur at standa ovast í valstríðinum, og Sambandsflokkurin fer sjálvnadi at standa sum garanturin fyri ríkisfelagsskapinum.
Hetta er greiða støðan hjá formanni Sambandsfloksins á tingi, Atla Hansen, tá vit biða hann um viðmerkingar til, hvat Sambandsflokkurin fer at koyra upp á til fólkatingsval, um Poul Nyrup Rasmussen ger av at skriva út val í dag.
Atli Hansen vísir sum vera man á spentu viðurskiftini, sum eru millum Føroyar og Danmark, men hann heldur kortini, at valstríðið fer at verða, sum tað plagar.
? Men væntar Atli Hansen, at aðrir flokkara fara at standa við lið Sambandsfloksins í stríðinum fyri at varðveita ríkisfelagsskapin?
? Nei, tað fer eingin flokkur at hjálpa okkum í tí stríðnum - har stendur Sambandsflokkurin einsamallur. Javnaðarflokkurin plagdi at stuðla ríkisfelagsskapinum, man teir eru eisini farnir, sigur Atli Hansen.
? Vit í Sambandsflokkinum eru tí einsamallir garanturin fyri ríkisfelagsskapinum, sigur formaður Sambandsfloksins á tingi.









