Garðurin oyðileggur nógv

Kirstin Djurhuus, leiðari á stovninum við Landavegin, sum hevur fingið ringast skoðsmál millum foreldrini, er vís í, at tað eru garðurin, sum ikki var liðugur, tá stovnurin varð gjørdur, og fáu pedagogarnir á stovninum, sum hava lagt hennara stovn so lágt. – Nógv er broytt, sigur hon tó

Hóast nøkur børn eru flutt á aðrar stovnar, síðan kanningin varð gjørd í maimánaði í fjør, so kemur lítla nøgdsemið óvart á Kirstin Djurhuus, leiðara fyri dagstovnin við Landavegin.

– Ja, tað kom óvart á, at tað skuldi vera so galið. Nøkur børn eru hildu uppat í fjør, og nógv eru farin í skúla, so eg ivist í, um tað eru tey, sum hava svarað, tí nú hoyra vit ikki nakað um ónøgd, sigur Kirstin Djurhuus.

Hon leggur afturat, at ein av orsøkunum er, at garðurin ikki var gjørdur liðugur, tá stovnurin lat upp.

Umframt, at fáir pedagogar vóru á stovninum, tá kanningin varð gjørd, hóast hon metir, at starvsfólkini avgjørt gera sítt arbeiðið til lítar.

Av umleið 15 starvsfólkum vóru tríggir pedagogar, tá kanningin varð gjørd, og í garðinum var rættiliga tómligt, umframt eitt stórt runudíki, sum tó er hegnað inni.


Ikki tikin í álvara

Leiðarin á dagstovninum við Landavegin vísir eisini á, at kanningin kanska ikki varð tikin í nóg stórum álvara, tá hon var gjørd.

– Tað eru so fá, sum hava svarað, so kanningin er kanska ikki tikin í nóg stórum álvara, og vit lýstu heldur ikki við kanningini, sigur leiðarin.

Tað vóru beint yvir 35 prosent av foreldrunum, sum svaraðu í nøgdsemiskanningini.


Nógv er broytt

Síðan kanningin varð gjørd í maimánaði 2009, er tó rættiliga nógv broytt á stovninum, og nú sigur leiðarin seg ikki hoyra nakað til veruliga ónøgd,.tvørtur ímóti.

– Vit vóru til dømis tríggir pedagogar, tá kanningin varð gjørd og nú eru vit fimm, so tað er ein pedagogur á hvørjari stovu, og vit hoyra onki um ónøgd í dag, greiðir leiðarin frá.