Garðurin letur upp leygarkvøldið

Í annaðkvøld letur nýggja barrin, Garðurin, portrini upp í niðaru hæddunum í Klubbagarðinum í Havn. Havgrímur Johannesen, sum letur nýggja staðið upp sigur, at nýumvældu hølini bjóða upp á rátt, stílreint og hugnaligt umhvørvi.

 

– Innbúgvið býður upp á ein serliga føroyskan dám við eitt nú gróti og viði. Til tess at veita tær bestu upplivingina kanst tú velja at njóta eina øl úr breiða úrvali okkara í hugnaliga Niðara Garði ella fara uppá í Ovara Garð at dansa til vælvaldu tónarnar frá plátuvendarum okkara, sigur Havgrímur Johannesen.

 

Tá Garðurin letur upp klokkan 21 í annaðkvøld, leygarkvøldið, fer Finnur Jensen, sum tey flestu kenna sum forsangara í Páll Finnur Páll, fer at undirhalda, og Garðurin bjóðar alt, sum barrin hevur at bjóða uppá, fyri hálvan prís.

 

– Ikki er tað hvørt orð, tú skalt svara til, og ikki er tað hvørt gildi, tú skalt fara til. Tó veitst tú, at á Garðin er altíð vert at fara, sigur Havgrímur Johannessen.