Garðurin koppaði

Ein garður koppaði í Vestmanna klokkan 00.15 síðstu nátt. Sum skilst á nærmastu grannum, bæði hoyrdist og merkist tað, tá hendingin fór fram.

- Alt skalv inni, tá garðurin fór, sigur ein av grannunum.

Úr Vestmanna verður sagt, at tíbetur stóðst eingin skaði á fólk av tilburðinum.

Bátabrúgvarnar, sum verða brúktar til bátastevnuna í Vestmanna, plaga at vera goymdar upp at garðinum, sum stóð her, men hesar vórðu lagdar út í síðstu viku, nú bátastevnan verður næsta leygardag.

Garðurin, sum koppaði í Vestmanna síðstu nátt, var einar 15 metrar langur og umleið fimm metrar høgur.

Myndirnar hevur Hilbert Elisson tikið.