Listin er langur við fólki, sum í síni tíð hava brotið niður steinrunnar tulkingar um guddómligar heimsmyndir, ið skula eitast at vera at finna í Bíbliuni, og harvið hava flutt mørkini fyri vitan okkara nærri sannleikanum um himmal og jørð. Fyri tað hava hesir djørvu og visioneru garðbrótarar, verið forfylgdir, revsaðir, fingið arbeiðsforboð, verið lýstir í bann og enntá tiknir av døgum av samtíðarinnar variantum av júst teimum sjónarmiðum, ið nú skula ráða yvir dagsins medisinsku náttúrufrøði.
Eg illteinki ongan av teimum nýggju limunum í vísindaligu siðsemisnevndini fyri fyri at vilja drepa, forfylgja ella lýsa nakran granskara í bann. Men eg illteinki tey fyri at vilja seta forboð fyri gransking. Ikki við etiskum grundgevingum, men við grundgevingum úr teirra egnu persónligu bíbliutulkingum. Tað haldi eg vera álvarsligt. Tí etikkur og bíbliutulking er ikki tað sama.
Eg haldi tað er av grundleggjandi týdningi at hava eitt livandi kjak um etiskar spurningar í sambandi við medisinska og ikki minst gentøkniliga gransking. Tað høga tøkniliga støði og teir møguleikar, ið harav eru í eygsjón í okkara tíð, gera tað serliga átroðkandi við etiskari umhugsan. Eg kenni meg ofta persónliga órógvaðan av tí eg lesi og hoyri um innan eitt nú gentøkniliga gransking, men sertakliga av summum av teimum økjum, har tey genteknologisku granskingarúrslitini verða brúkt. Her kemur ofta bland í hjá teimum kjakandi. Lat meg taka eitt dømi fyri at lýsa munin millum granskingina sjálva og tær fylgjur ella tað misbrúk, ið granskingarúrslitini føra til. Ein tann tyngsti tankin at bera hjá okkum, ið liva í vesturheiminum í nútíðini er teir ræðuleikar, ið standast av lívfrøðiligari og bakteriologiskari krógsførslu. Hetta eru hópdrápsteknikkir, ið m.a. og kanska einamest vesturheimurin brúkar hvønn einasta dag onkra staðni í verðini. Í øllum førum er hvønn einasta dag okkurt stað í heiminum, ið ikki kennir sviðan av hesum vápnum, antin tey verða brúkt beint nú ella hava verið brúkt. Hetta hendir beint nú í mótsetning til kjarnorkuvápnini, ið hóast alt mær vitandi ikki hava verið brúkt síðani 1945. Men er tað harfyri nøkur orsøk til at steðga allari baktereologiskari og lívfrøðiligari gransking. Og hvat skuldu Jenis av Rana og hansara starvsfelagar sagt og gjørt við sínar sjúklingar, um ikki granskað verður íðuliga og staðiliga innan baktereologi og lívfrøði?
Siðsemisnevnd og eisini alment orðaskifti um etiskar spurningar er alneyðugt. Men ofta eru etisku spurningarnir meira politiskir enn granskingarligir. Men ikki bara, tað er rætt, tí bæði ein og fleiri granskarar í søguni eru onkuntíð farnir langt út um øll siðsemilig mørk í sínum virki.
Tað sum tó eigur at vera klettagrundin her er, at tað ongantíð eiga at vera persónligar bíbliutulkingar ið leggja premissir fyri eitt etiskt orðaskifti av so stórum týdningi. Etikkur og bíbliutulkingar eru hvør sítt.
Eg eri bangin fyri, at hesi serligu fólkini, ið nú manna siðsemisnevndina, eru slík, ið byggja sjónarmiðini á sínar serstøku bíbliutulkingar av tilveruni og vísindunum. Tað skilji eg frá tí kjaki, sum hevur verið alment frammi í bløðunum. Tessvegna er tað mín niðurstøða, at hesi í allar mátar hampafólk annars, ikki eru egnað til at umboða Føroya fólk og leiða eitt kvalifiserað etiskt orðaskifti um teir sera álvarsligu spurningar, siðsemisnevndin hevur at arbeiða við.
Tað er so eitt, at grundir eru fyri at halda, at eitt alneyðugt siðsemiligt orðaskifti ikki er í nóg góðum hondum. Í besta fall tí samansetingin av nevndini er ov einsíðug og lítið umboðandi fyri veruleikan í Føroyum. Hvørki fólkið ella granskingin hevur hetta uppiborið.
Verri er tað tó, at nevndin eftir øllum at døma er vald við illum vilja. Bill Justinussen sigur, tá hann varð spurdur í tinginum, at hann ikki kennir hesi valdu fólkini. Her lýgur Bill Justinussen so langur sum hann er. Fyrigev mær orðingina Bill, men tú kendi teirra meiningar, tá tú valdi tey. Og tað var tað, spurningurin snúði seg um. Hvønn tú kennir privat er óviðkomandi. Eg vil halda upp á, at tú vitandi og við við vilja valdi hesi fólkini, tí tey umboða tíni privatu og sera víðgongdu átrúnaðarligu sjónarmið. Tí er tað í besta føri ein roynd at sleppa undan at svara rætt til spurningin frá Anitu á Fríðriksmørk, tað tú segði um, at tú ikki kennir fólkini, og í versta og sannari føri ein beinleiðis lygn.
At hava Bíbliuna í hondini og lygn á tunguni eru tvey ógvuliga sterk vápn, ið ikki boða gott fyri gransking í Føroyum.
Nú mást tú fyrigeva mær orðalagið, ið eg tó haldi er neyðugt í hesum føri. Eg skrivi hetta sum formaður í Granskingarráðnum, men má, fyri at rætt skal vera rætt, eisini siga frá, at Granskingarráðið sum so einki hevur við hesa grein at gera.
Eyðun Andreassen
formaður í Granskingarráðnum