Samuel Ayew Yeboah hevur spælt ein A-landsdyst fyri Gana í 2009, men tað hevur gingið illa við at finna sær eitt felag í Evropa. Nú hevur 23-ára gamli miðvallarin tikið av møguleikanum at royndarvenja við TB, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Miðvallarin úr Gana hevur fyri kortum royndarvant í Aalborg við AaB, men tað bleiv ikki til nakran sáttmála. Heimasíðan hjá TB veit millum annað at siga, at einsamalli lansdysturin hjá Samuel Ayew Yeboah var móti Tanzania í 2009.
Heimasíðan hjá TB veit eisini at siga, at seks leikarar hava í seinastuni longt sáttmálan við aldursforsetan. Teir eru Ivan Stojkovic, Dmitrije Jankovic, Bojan Timic, Petur Mortensen, Hugin Albinus og Ragnar Joensen.
Higartil hava næstan allir leikararnir frá í fjør skrivað sáttmála fyri komandi kappingarár. TB vann seg í seinasta umfari í fjør upp á annað plássið í 1.deild og flutti sostatt upp í bestu deildina.










