Andras Gango hevur sagt ja til nýggja avbjóðing í fótbólti.
Hann verður nú málmansvenjari í fremstu røð í Noregi. Tað er Tromsø IL, sum hevur sett Andras Gango at venja málverjarnar í felagnum. Tað veit nordlys.no at siga.
Lagt verður aftrat, at Andras Gango fer at halda fram við at vera venjari hjá málverjunum á føroyska U 21 landsliðnum.
Andras Gango váttar tíðindini fyri in.fo. Hann er longu farin undir nýggju avbjóðingina í Tromsø.
Andras Gango er í holtur við hægstu útbúgving at venja málverjar, sum tað ber til at fáa.
Í samrøðu við Sosialin fyri jól segði hann soleiðis:
-Enn ber tað ikki til at taka hesa útbúgvingina í Føroyum. DBU hevur havt hana síðani 2014. Hetta er útbúgving á sama støði, sum vanliga venjaraútbúgvingin – C, B, A og so víðari. Munurin er, at meðan tað ber til at taka vanliga venjaraútbúgving í Føroyum, so er neyðugt at fara til Danmarkar fyri at taka hesa útbúgvingina, sum er kravd hjá teimum, ið eru málmansvenjarar í feløgum í superliguni. Talan er um praktiska og ástøðiliga útbåugving, segði Andras Gango fyri jól.
Nú fær hann møguleikan at vera venjari hjá málverjum í fremstu røð í Noregi – í Tromsø IL.
35 ára gamli Andras Gango er ættaður úr Ungarn. Hann kom til Føroya at verja málið hjá ÍF í 2006. Sambært faroesoccer.com spældi hann 286 dystir í bestu landskappingini umframt 25 dystir í kappingini um løgmanssteypið og sjey dystir í Europa.