Uppflytararnir hava skrivað sáttmála við 28 ára gamla Andras Gango, ið áður hevur vart málið hjá ÍF, NSÍ og KÍ.
Á heimasíðu síni skrivar 07 Vestur, at partarnir eru komnir ásamt um sáttmála, ið er galdandi fyri 2013.
- Við 151 Effodeildardystum, 12 steypakappingardystum og 4 UEFA Cup dystum,metir nevndin, at 28 ára gamli ungarin hevur royndirnar, ið kunnu verða avgerandi fyri útfallið av nýggju avbjóðingunum, ið verða skotnar í gongd við Margáir 9. mars, sigur 07 Vestur millum annað á heimasíðuni.