Føroyameistararnir í EB/Streymi komu í gjárkvøldið av jóansøku og norður aftur í Sundalagið við 2-0 sigri. Í morgin fara teir til Keypmannahavnar og tíðliga mánamorgunin suður til Barcelona og síðani við bussi til Andorra, har teir týskvøldið fara at spæla í europeisku meistarakappingini.
Tað er nú greitt, at tað verður Andras Gango, sum annars er málverji hjá 07Vestur, sum fer at verja málið hjá EB/Streymi týskvøldið. Í gjárkvøldið var Andras Gango sannur brandur í málinum hjá 07Vestur, sum megnaði málleysan javnleik í Gundadali ímóti B36.
Átjan spælarar vera í ferðalagnum. Tað hevur leingi verið greitt, at tryggi aftasti skansin René Tórgarð ikki verður við á ferðini. Orsøkin er tann, at hann bíðar eftir at verða pápi. Tá ið lutakastið var og Sigvald Zachariassen og Sofus D. Johannesen, sum umboðaðu EB/Streym, hittu umboð fyri mótstøðuliðið, royndu EB/Streyma umboðini at fáa umboðini fyri mótstøðuliðið at ganga við til, at dystirnir vórðu skiftir um soleiðis, at EB/Streymur í fyrra dystinum var á heimavølli. Tað eydnaðist ikki, og tí fer EB/Streymur uttan René Tórgarð - avstað í morgin við kós niður til Andorra.
-Vit eru fegnir um, at Andras Gango og 07Vestur hava verið lagalig, og at vit harvið hava ein royndan mann millum stólparnar týskvøldið, hóast René Tórgarð var noyddur at geva avboð, sigur Sigvald Zachariassen, formaður í EB/Streymi.