Gango heldur fram í ÍF

Andras Gango hevur fyri tað mesta verið framúr í ÍF-málinum í ár, og tí er eyðsæð, at fuglfirðingar hava roynt at endurnýggjað sáttmálan við málverjan. Og hetta er nú eydnast, hóast tað hevur ljóðað, at okkurt av størru feløgunum eisini hevur ligið framvið eftir undirskriftini hjá ungverjanum. Við hesum er greitt, at málverjin hjá ÍF eisini eitur Andras Gango tey bæði komandi árini.