Gango bjargað brotssparki

Tað er stórur dramatikkur í Streymnesi. Eftir at ÍF var frammanfyri 2-0 í 1. hálvleiki, er tað tíggju minuttir undan leikloki EB/Streymur, sum er á odda. Støðan er 3-2.

Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, men Egil á Bø misnýtti royndina úr ellivu metrum. Andras Gango bjargaði brotssparkinum. Men linjuverjin veittraði, og tá ið dómarin síðani gjørdi av, at EB/Streymur skuldi fáa nýggja roynd úr ellivu metrum, skoraði Bárður Olsen til 3-2.