Gonguferð
At ganga eftir kommunumarkinum hjá Tórshavnar Kommunu er ein størri fyritøka, sum ikki verður gjørd eftir einum degi. Tí er gjørt av at býta setningin sundur í fleiri túrar, sigur Felagið Tórshavn í tíðindaskrivi um dagarnar.
Fyribils er ætlanin at gera átta túrar eftir markinum, siga tey. Tann fyrsti túrurin er longu gjørdur. Hann varð gjørdur í keðiligum veðri tann 19. januar, og gingið varð stuttan tein av Sundshálsi oman í Havnardal til Sandá, har Tvørá rennur út, og mark er til Kirkjubøar Kommunu.
Kunningarstovan í Havn sigur í tíðindaskrivinum, at neyðugt er við tilmelding til túrarnar. Ikki tí, at luttøkan verður avmarkað, men tí at neyðugt verður við felags flutningi. Eisini til teir stytstu og lættastu túrarnar. Tilmeldingin veðrður gjørd á Kunningarstovuni í Havn, og túrarnir verða hvør sær lýstir í Havnartíðindi, sigur Kunningarstovan í tíðindaskrivinum.
Havnar Kommuna hevur mark við Kirkjubør Kommunu, Kvívíkar Kommunu, Hvalvíkar Kommunu og Hósvíkar Kommunu. Samlaði teinurin fram við markinum hjá Tórshavnar Kommunu er 40 kilometrar til longdar.









