Ganga skrúðgongu seinnapartin

Summar Festivalurin byrjar við skrúðgongu

Í dag byrjar Summar Festivalurin, og fyrsta tiltakið á skránni er skrúðgonga og barnakarneval úr Klaksvíksgarðinum heim á festivaløkið.

 

Skrúðgongan verður við pyntaðum, larmandi, fløggskrýddum, syngjandi og dansandi børnum og kreativum ungdómi, sum fara at seta sín góðan dám á Summarfestivalin.

 

Fyrireikararnir siga, at øll – børn sum vaksin – er væl komin at vera við í skrúðgonguni.

 

Skrúðgongan byrjar kl. 15.00, og eftir hana letur Silvaland upp við aktivitetum og undirhaldi til børnini