Nú alt stundir til løgtingsval, og avgerðir skulu takast, og krossar fáast uppá pláss, so verður skipað fyri Gangið og Rennið í Vági, leygarmorginin 29. august kl. 11.00
Og tað er kanska besta val ein kann gera – tí her fær ein styrkt og stimbra egna heilsu, kanska rudda út millum valevnini, kaga at val-plakatum osv, alt meðan ein rørir seg.
Tiltakið er ætlað øllum, og verður skipað á hendan hátt, at møtt verður við Trýkantin mitt í Vági – við Sandin og Parkina kl 10.55 og hita upp. Hiðani verður farið, til gongu ella rennandi, ein av teimum 6 ymisku teinunum, ið Vágs Kommuna hevur merkt upp. Og eru børn við, so verða 2 umboð fyri Hvistuna eftir hjá teimum, og fara spæla, renna og hugna sær í Parkini, framvið Laksá og vestur til Vatnið og út aftur á Trýkantin, har øll so hittast aftur.
Tiltakið er ætlað øllum og vóna tey í Hvistuni, at nógv fólk koma við.









