Ganga nýggjar leiðir á Tvøroyri

Tvøroyrar Býráð fer nú at útvega grundstykki, til tey, sum hava hug at seta búgv

Tvøroyrar Býráð fer nú undir nakað heilt óvanligt. Og tað er at útvega grundstykki til tey, sum hava hug at seta búgv á Tvøroyri.
Nú Tvøroyrar Býráð hevur lagt fíggjarætlan fyri næsta ár, hava tey sett tvær milliónur krónur av til  at gera grundstykki byggibúgvin fyri.
Tað ljóðar ikki sum nakað serligt, at ein kommuna útvegar sínum borgarum og øðrum áhuganum, grundstykki at byggja á.
Men á Tvøroyri er hetta nakað serligt, tí hetta verður fyrstu ferð, at kommunan eigur eitt grundstykki at lata  til onkran, sum hevur áhugað at byggja, varð sagt á býráðsfundi nú eitt kvøldið.
Kommunan eigur nøkur stykki, har grundstykki kunnu gerast. Eitt nú hevur Býráðið samtykt at keypa Heiðatrøðina, har 18 stykki kunnu útvegast, men onnur øki eru eisini til taks.
Enn er ikki heilt vist, hvussu nógv stykki fáast fyri tær báðar milliónirnar. Men tað er heldur ikki avgjørt, hvar grundstykkini verða. Ein møguleiki er at gera nøkur stykki á Heiðatrøðini og nøkur stykki í longur úti í kommununi, so at fólk fáa tvær staðsetingar at velja í.