Eftir summarferiuna verður ein serligur flokkur fyri næmingar við autismu ella asperger í studentaskúlanum í Hoydølum.
Tað siga tey í autismufelagnum í Føroyum, sum akkurát hevur havt aðalfund.
Tey eru fegin um tilboðið og halda, at útlit eru fyri, at hetta verður eitt gott og spennandi skúlatilboð, ið er eitt nýbrot í føroyskum høpi.
Pláss verður fyri 10 næmingum í flokkinum, sum verður skipaður eftir sama leisti sum í Danmark og Svøríki, har royndirnar av slíkum flokkum eru góðar
Annars varð nýggj nevnd vald á aðalfundinum. Í nevndini sita nú Jørmund Foldbo úr Leirvík, umframt Jóannes Jacobsen og Jónrit Halling úr Hoyvík, sum øll eru afturvald.
Hini bæði í nevndini eru Heidi Aagaard og Kirstin Christiansen úr Havn, sum vórðu vald fyri Osvør Hentze og Kristu Brimheim, sum ikki stillaðu upp aftur.
Nevndin skipar seg seinni.