Fiskivinna
Nú føroyska svartkjaftakvotan er vorðin so lítil og tað, sum eftir er at býta millum pelagisku skipini í Føroyum, er uppaftur minni, kundi mangt bent á, at útlitini hjá hesum flota ikki eru nakað serlig.
Men teir, sum nú fáa ein nýbygning úr Chili fyri meiri enn 240 miljónir krónur, lata ikki so illa at.
- Nei, vit hava rímiliga góðar vónir um, at hetta fer at bera til.
Tað sigur Jón Rasmussen, sum verður annar av føstu skiparunum við nýggju Norðborg.
- Sildastovnurin er væl fyri, men tað er svartkjaftastovnurin ikki. Hinvegin royna vit at fáa meira burtur úr teimum tonsum av svartkjafti, sum fella í okkara lut at fiska.
Jón sigur, at Norðborg er farin í eitt áhugavert samstarv við Høvdavirkið í Leirvík um svartkjaft.
- Vit hava gjørt royndir við at skráskera svartkjaft, sum síðan verður turkaður í Leirvík og seldur til Nigeriu.
Hann sigur, at Høvdavirkið kann bjóða Norðborg 5 krónur fyri kilo av flaki, og tað heldur Jón ljóðar áhugavert.
- Ein slík verkætlan er spennandi í sjálvum sær, og eisini er tað áhugavert, at Høvdavirkið turkar sína vøru við orku frá brennistøðini á Hagaleiti.
Jón Rasmussen vísir á, at ein slík verkætlan er arbeiðsskapandi við tað, at fleiri fólk í Leirvík kunnu turka og pakka hesa vøru, samstundis sum verkætlanin er arbeiðsskapandi umborð á Norðborg, har einir 30 mans eru í hesi framleiðslu.