Ganga kravgongu til Henrik Old fyri at fáa betri ferðasamband

 Í morgin, fríggjadagin, fara fólk úr øllum teimum smærru oyggjunum kring landið at ganga kravgongu út í Tinganes at hitta Henrik Old, landstýrismann í samferðslumálum.

 

Mótmælisfólkið hittist á Bursatanga klokkan 14 og síðani verður farið út í Tinganes til Henrik Old og har verða bæði røður, sangur og tónleikur. Og hóast talan er um eina kravgongu við tí fyri eyga at útvega smærri oyggjunum betri ferðasamband, heita fyrireikararnir á øll, sum stuðla kravinum, um at møta upp.

 

Vígdis Bjarnadóttir úr Nólsloy, sum er ein fyrireikari, væntar ein drúgvan dag, tí hon mælir fólki til at hava okkurt at eta og drekka við – og at vera í góðum lag.

 

Á Tinganesi leggja tey fyri við tónleiki og sangi við Terja Rasmussen, Anfinni Nielsen, Jóan Jakku Guttesen, Kim Hansen og øðrum.

 

Síðani fer Maud Wang Hansen í Nólsoy at handa Henriki Old krøvini frá mótmælisfólkunum. Og krøvini eru, at Strandferðslan meiri pening at arbeiða við, alt fyri eitt, og at ein ferjuætlan verður lød fyri, hvussu elligamli flotin hjá Strandferðsluni verður endurnýggjaður.

 

Tey krevja eisini, at et Strandferðslan fær eitt líkinda avloysaraskip, sum nøktar veruliga tørvin hjá smáu oyggjunum

 

Síðani fara umboð fyri tær ymisku oyggjarnar at handa Henriki Old skriv, sum lýsa avleiðingarnar, ið samferðsluruðuleikin hevur á gerandislívið og vinnulívið í teirra økjum