Fyrsta veljarakanningin upp undir løgtingsvalið gevur Tjóðveldisflokkinum afturgongd í mun til seinasta val.
Tí eigur hon at verða ein saltvatnsinnspræning til øll tjóðveldisfólk og øll tjóðveldishugað í valstríðnum. Veljarakanningin er ein greið ábending um, at tað fer at krevja eitt ódnartak at halda fast um sjálvbjargniskósina í føroyska samfelagnum. Veljarakanningin er eitt varskó til tey sjálvbjargnishugaðu um at halda saman.
Onki alternativ til ein sterkan Tjóðveldisflokk
Skulu vit fáa eitt gott valúrslit, so mugu allar kreftir savnast at stríðast fyri Tjóðveldisflokkin og tjóðveldishugsjónini. Tað er í mótburðinum at vit skulu vísa okkara styrki og okkara samanhald. Tað er jú lætt at stuðla, tá tað gongur við. Og lætt at vera ímóti, tá tað gongur verri.
Men eg havi góðar vónir um, at tað fer at eydnast okkum. Tað finst onki alternativ til ein sterkan Tjóðveldisflokk, um Føroyar skulu halda fram á sjálvbjargnisleiðini. Tað finst onki alternativ til Tjóðveldisflokkin, um vit skulu forða fyri, at menningin í føroyska samfelagnum støðgar upp og vit fara at detta aftur í fortíðina.
Skulu ganga við røttum ryggi
Vit eiga at ganga við røttum ryggi. Tjóðveldisflokkurin hevur tikið ábyrgd og avleiðingar av krøvunum til at skapa eitt betri og sjálvbjargið samfelag. Tað vil altíð kosta nakað. Vit eiga sjálvandi eisini erliga at taka ábyrgd av og læra av tí vit hava gjørt skeivt og at rætta uppá okkara mistøk frameftir.
Men vit eiga at vera errin av teimum ótrúligu framstigum, ið eru gjørd í føroyska samfelagnum, meðan Tjóðveldisflokkurin hevur sitið við ábyrgd og vit hava hildið sjálvbjargniskósini. Allastaðni hevur samfelagið ment seg. Allar vælferðartænastur eru betraðar munandi. Gerandisdagurin hjá øllum føroyingum er vorðin munandi betri og tryggari. Samfelagið er útbygt og bundið saman við íløgum, ið eru goldnar kontant. Og vit hava sett okkum krøv, sum eru hildin og tikið avleiðing-ar og uppgerðir, sum eru neyðugar fyri at skapa eitt sjálvstøðugt samfelag, har vit kunnu hava álit hvør á øðrum.
Vit hava hildið neyvt skil á búskapinum og lagt upp fyri verri tíðum. Tí kunnu vit í dag klára at standa ímóti, sjálvt tá týdningarmiklar vinnur sum alivinnan og rækjuvinnan eru í stórum trupulleikum, og fiskaprísirnir eru falnir. Vit kunnu bert hugsa okkum til, hvat hevði hent, um allur blokkstuðulin hevði verið brúktur og landskassin hevði verið heftur í studningi, nú viðurskiftini úti í heimi leggja trýst á okkara búskap.
Vit støðga ikki her
Tjóðveldisflokkurin hevur greið boð uppá framtíðina:
-Vit hava boðini uppá, hvussu vit framhaldandi hava skil á búskapinum og skapa tryggleika.
-Vit hava boðini uppá, hvussu vit fáa eina uppgerð í vinnupolitikkinum, sum kann skapa nýggjan framburð í føroysku vinnuni og búskapinum.
-Vit hava boðini uppá, hvussu vit byggja tryggar og ábyrgdarfullar sosialar skipanir, sum ikki verða broyttar frá degi til dags. Eitt nú á pensiónsøkinum, við barsilsskipanini og á eldraøkinum.
-Og vit hava boðini uppá, hvussu Føroyar skulu menna seg sum eitt land í heiminum, har vit ikki fjara burtur sum ein útjaðari ella ein blindgøgn í Danmark og ES.