Ganga ella sigla til guðstænastu

Í morgin er guðstænasta á Slættanesi.

Lýst hevur verið við gongutúri og guðstænastu í skúlanum í útdeyðu bygdini Slættanes.

 

 

Men tað ber eisini til at sigla, tí siglt verður í samband við guðstænastuna av Oyragjógv og úr Vestmanna.

 

 

Farið verður annars til gongu frá Oyrargjógv kl. 09.00 og gingið verður fram við bakkanum norð til bygdina. Har verður guðstænasta hildin umleið kl. 12.00. Maria Jørðdal Niclasen, Theodor E. Dam Olsen og Marjun í Kálvalíð, sum øll eru ættað av Slættanesi, verða við til guðstænastuna saman við sóknarprestinum í Vágum, Ingu Poulsen Dam.

 

 

Farið verður til altars og heitt verður á luttakarar um at hava sálmabók við.  Tað eru Vistit Vágar, Vága gongufelag og prestarnir,ið skipa fyri tiltakinum..