Ganga 2000 føroyingar og taka medisin sum gerð meira skaða enn nyttu?

Tablettir fáast nú sum minka um feitt í blóðinum. Hetta eru tey sokallaðu statinirni. Simvastatin (Zocord) er ein av teimum. Tablettirnar verða vanliga brúktar fyri, at fyribyrgja blóðtøppum og æðraforkálking.

Kanningar í Norðanlondum hava víst, at alt ov nógvir sjúklingar taka hesar tablettir. Sammeta vit okkum við okkara grannalond so ganga einir 2000 føroyingar heilt óneyðugt og taka hetta medisinið.

Um tað nú var so, at tablettirnar ikki høvdu nakrar bivirkningar, so varð ikki so nógvur skaði hendur. Men so er ikki.

Kendu bivirkningarnir til Simvastatin er livurskaði, nýraskaði, vøddaskaði og harafturat veikari hjarta, møði og heilaárin hjá eldri fólki.

Vit vita, at statinir virka hjá teimum sum áður hava havt blóðtøpp ella hava fleiri risikofaktorar, og minka her nakað um vandan fyri, at fáa blóðtøpp aftur.

Hinvegin vísir tað seg, at umleið 80% av teimum sum hava sokallað “høgt kolesterol” ikki hava nakað at óttast fyri og hava onga nyttu av statinum, men fáa sjálvandi bivirkningarnar. Harafturat eru tey stemplaði sum sjúk við øllum tí sum fylgir við hesum.

Vit tosa her serliga um hópin av eldri fólkun og kvinnum sum fáa meiri skaða enn nyttu av at taka Simvastatin.

Í bæði Noregi, Danmark og Svøríki eru tey komin fram til, at umleið 1 av 25 borgarum ganga óneyðugt og taka Simvastatin ella líknandi feitt lækkandi medisin og fáa bivirkningar av hesum. Hetta svarar til umleið 2000 føroyingar.

Livur og nýraskaðar rættast sum oftast uppaftur um ein gevst við at taka tablettirnar. Eldri fólk gerðast harafturat sløv og veik og halda uppat við at fungera kroppsligt og andaligt.