Gamlir vinir vitja aftur

Danskt spælimansorkestur, sum vitjaði í Føroyum seinasta summar, ætlar sær aftur hendanveg í summar

Tónleikavitjan

Danska pensionistaorkestrið »Gamle Venner«, sum var í Føroyum og vitjaði seinasta summar, ætlar sær aftur í ár at spæla fyri føroyingum.
Talan er um eitt 12 mans orkestur, siga teir í tíðindaskrivi. Men bara teir níggju koma við í summar. Luttakararnir eru fyri tað mesta fólkapensionistar ella fyritíðarpensionistar. Teir plaga at halda til á einum sonevndum eldracentri í Trige beint norðan fyri Århus, nevnt Lokalcentret Bjørnshøj.
Seinasta summar búði ferðalagið í Tjørnuvík, meðan tey vóru í Føroyum, og tað fara tey aftur at gera í ár, verður sagt.
Tey ferðaust so runt til ellisheim, bústovnar og sambýli ymsastaðni og spældu fyri fólki.
Vanliga spæla teir - menninir spæla, meðan konurnar dansa - allan vanliga undirhaldstónleik frá seinastu øld, eins og gamlan fólkatónleik. Og tað ber so at siga altíð til at fáa fólk at dansa, verð ur sagt í tíðindaskirivninum.
Eisini bjóða teir seg fram at spæla til felagssang og enntá í kirkjum, um tað skal vera. Tað hava teir organist til, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Men teir spæla ikki ókeypis kortini. Nevnt verður, at teir rokna við at taka einar 1.500,- til 2.000,- krónur fyri hvørt tiltakið, teir spæla til.
Skuldi onkur verið áhugaður í at hoyrt hesar spælimenninar í summar, ber til at seta seg í samband við teir í Danmark, siga teir í tíðindaskrivinum. Til ber at ringja til tlf. nr. 0045 86 75 00 13 ella 0045 86 23 12 93 í Århus. Á fyrra nummarinum verður helst svarað á føroyskum.
Eisini ber til at senda teldupost - á føroyskum - til anbja@mail.dk