Gamlir tunlar vatngoymsla, rennibret ella súkklubreyt?

Steffan Klein Poulsen, tingmaður, hevur spurt landsstýrismannin, hvat gomlu tunlarnir norður um Fjall skulu brúkast til, tá nýggju tunlarnir lata upp

Løgtingsmaðurin hjá Miðflokkinum spyr Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum, nakrar spurningar um í sambandi við, at nýggju tunlarnir norður um Fjall lata upp seinni í ár.

Ítøkiligu spurningarnir eru hesir:

1. Nær væntast nýggju tunlarnir norður um fjall at lata upp í ár?

2. Hvørjar eru ætlanirnar við teimum gomlu tunlunum norður um fjall?

3. Verður tað framvegis vegasamband niðan til teir gomlu tunlarnar, tá ið verkætlanin við nýggju tunlunum er liðug?

4. Metir landsstýrismaðurin, at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til rennarar, gongufólk og súkklur, tá ið teir nýggju eru latnir upp?

5. Metir landsstýrismaðurin at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til vatngoymslu til eitt nú smoltaling tá ið teir nýggju eru latnir upp?

6. Metir landsstýrismaðurin, at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til onnur endamál, tá ið teir nýggju eru latnir upp?

7. Heldur landsstýrismaðurin tað verða skilabest at fáa onkra nyttu av gomlu tunlunum ella at steingja teir?

Í viðmerkingum til spurningarnar vísir Steffan Klein Poulsen á tað, sum Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki, segði, tá síðsta skotið varð latið av til tunlarnar. Tá segði hann, at arbeiðið higartil hevði gingið væl, og at tey vóru einar tríggjar mánaðir framman fyri tíðarætlanina. Upprunaætlanin segði, at tunlarnir skuldu lata upp í desember 2024.

– Í samband við, at nýggir tunlar koma norður um fjall, kunnu teir gomlu brúkast til onnur endamál. Eitt nú til rennarar, gongufólk og súkklur, sum ferðast ímillum norðara partin og meginøkið í Norðoyggjum. Onnur hava eisini víst á, at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til vatngoymslu, sigur Steffan Klein Poulsen.

Hann sigur, at fyrispurningurin verður reistur fyri at hoyra, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við teimum gomlu tunlunum norður um fjall.