Gamlir kenningar gjørdu um seg í Hoyvík

1.DEILD: Giza Hoyvík megnaði ikki seinnapartin at taka seg nærri áttanda plássinum og harvið bjargingini

Seinnapartin hevði Giza Hoyvík gyltan møguleika at vinna seg nærri áttanda plássinum og harvið at betra um møguleikan at sleppa undan hóttanini av niðurflyting.

Tað eydnaðist ikki.

Skála, sum er á áttanda plássi, var gestur í Hoyvík, og úrslitið var 2-2 eftir hálvleiksstøðuna 2-1 til heimaliðið.

Giza Hoyvík hevur ellivu stig, og tað eru seks stig fram til Skála og áttanda plássið.,

 

Allir fýra málskjúttarnir eru kendir úr bestu deildini, har teir hava skorað nógv mál.

Brian Jakobsen, sum er komin fyri seg aftur eftir skaðasteðg og ivaleyst skjótt - kanska longu í morgin - verður at síggja aftur á besta liðnum, legði Skála framum í áttanda minutti. Brian var bara á vøllinum í fyrra hálvleiki.

 

Rógvi Poulsen, sum í bestu deildini hevur umboðað bæði AB, HB og B36, men sum seinnu árini hevur verið uttanlands, javnaði, tá ið stórur hálvur tími var farin, og Ahmed Keita, sum í síni tíð, skoraði í fremstu røð fyri B68, AB og Skála, legði tveir minuttir undan steðginum Giza Hoyvík framum.

 

Eftir steðgin legði heimaliðið dent á verjupartin, og tá ið Skála flutti fólkið alt longri fram, var fleiri ferð um reppið, at Giza Hoyvík var vandamikið í mótálopum.

Tveir minuttir undan leikloki eydnaðist tað Skála at javna til 2-2. Málskjútti var Jónhard Frederiksberg, sum í sín tíð skoraði 55 mál í bestu deildini – fyri Skála, NSÍ og EB/Streym.

 

Umframt Brian Jakobsen vóru tríggir aðrir á Skála liðnum, sum hava spælt nógv í bestu deildini higartil í ár – Leivur Joensen, Bárður Danielsen og Jannik Olsen.

Leygardagin fær Giza Hoyvík vitjan av B71, meðan Skála skal aftur suður í høvuðsstaðin. Tá verður tað fyri at vitja HB.