HONDBÓLTUR
– Hetta er ein dreymur, sum er gingin út. Ikki minst, tí tað hendir her í høllini. Vit hava jú spælt ímóti garasjuhurðum og í fimleikarhøllini, so hetta er veruliga tað, vit hava droymt um øll hesi árini, felagið hevur livað, sigur Høgni Hoydal, ið fegnast um dagliga arbeiðsinnsatsin í H71.
– Vit hava eitt felag, sum livir sítt fulla lív, og her er væl arbeitt av nevnd og venjarum. Í dag síggja vit enntá, at høllin, sum vit fingu fyri seks árum síðani, longu er ov lítil.
Tað sama sigur Jákup Símun Simonsen, ið eisini hevur hug at geva ábyrgdarfólkunum í H71 rós, nú hægsti hondbóltstindurin í Føroyum er tikin.
– Tað er ótrúligt, so væl nevnd og onnur kring felagið samskipa alt, so tað skulu tey hava rós fyri. Og eg kann bara taka undir við, at Hoyvíkshøllin hevur sín stóra týdning í hesum, tí hon hevur givið felagnum meira samanhald. Nú eru vit best og tað enntá á heimavølli, sigur Jákup Símun.
– Eg má siga, at eri ógvuliga rørdur og errin, tí hetta er eitt lið, sum er sett saman av okkara egna fólki. Hetta er ikki nakað, vit hava keypt okkum til, men egið fólk, sum hevur avrikað hetta saman við tveimum av dugnaligastu venjarunum í Føroyum. Og so má eg siga, at eg serliga unni Halgiri hetta øgiliga væl, eftir alt stríðið og hansara veiku knø.