Bileftirlitið heldur, at tað væl ber til at hava sekstan ára ganlar sjúkrabilar. Tað einasta, ið krevst, er at bilurin verður hildin við líka alla tíðina. Og hetta halda sýnsmenninir hjá Bileftirlitinum ber væl til hjá portørunum at gera. Teir skulu bert syrgja fyri, at leiði, bremsuklossar og annað verður skift til tíðina, so heldur bilurin, um hann ikki rustar.
Bussar, hýruvognar, sjúkrabilar og onnur slík akfør verða sýnað fleiri ferðir enn onnur, men tað verður ikki kravt meira av hesum akførum enn vanligum bilum. Og á Bileftirlitinum duga tey heldur ikki at síggja, at meira skal krevjast av sjúkrabilum enn øðrum bilum. Boðini haðani eru bert, at síkir bilar eiga at verða røktaðir væl, so halda teir í nógv ár.