Gamli Sloan toldi ikki 1. veraldarbardaga

Hesa ferð fara vit at umrøða grøvina hjá Elspu og Willam Sloan. Tey hava eina longri søgu, sum ikki pláss er fyri í hesum teigi. Gamli Sloan hevði ikki einki samband við Daniel J. Danielsen, sum vit hava umrøtt.

 

Gamli Sloan og Dollin vóru starvsfelagar, og tað vita nógv. Afturat hesum hevur verið sagt, at gamli Sloan hevði slíkt fortreð av, at Bretland var farið uppí 1. veraldarbardaga, at hetta helst gjørdi sítt, at hansara veika hjarta steðgaði nakrar dagar seinni. Her hevur hann sum ein av teimum fáu bretunum verið samsintur við Edmund Morel, sum eigur ein týðandi lut í søguni um Daniel J Danielsen í Congo, sum greitt verður frá í komandi Miðviku. Morel, sum Daniel eisini hevði samskifti við, helt eisini hesa luttøku í krígnum vera ørskap. Hetta vísti eftirtíðin eisini.

Vit fara at endurgeva tað eftirmælið, sum Kristin í Geil hevði um gamla Sloan í Tingakrossi.

Sambandið teirra millum var, at kona William Sloan, Elspa, var systir Djóna í Geil, sum var pápi Kristin.

Kristin skrivaði:

 

 

 

 

 

William G. Sloan

f. 4. September 1838

Død 4. september 1914

 

 

I Fredags døde – paa sin 76. Fødselsdag – den Mand der gennem mange Aar har været kendt og afholdt som næppe nogen anden her paa Øerne, Missionær William Gibson Sloan.

Et halvt Aarhundrede er svundet siden Sloan for første Gang kom her til som Missionær og Kolportør. Født den 4. september i Dairy, Ayrshire i Skotland blev han i sin Ungdom opdraget til Forretningslivet, men stærkt religiøst grebet som han var, rejste han nogle faa og tyve Aar gammel som Kolportør for et Missionsselskab til Shetland. Her fik han for første gang at høre om Færøerne af en gammel Mand, som sammen med andre Shetlændere havde været paa Hvalfangst oppe ved Grønland, men som af en Fejltagelse fra Kaptajnens Side, der skulde sætte dem af ved Shetlandsøerne, blev sat af ved Færøerne, kom til Kirkebø og derfra til Thorshavn. Af shetlandske Fiskere hørte han desuden jævnlig Færøerne omtalt og ønsket om at lære disse Øer at kende voksede sig stærkere og stærkere hos den unge Kolportør. Han fik Overfart med et Fiskerskib, men mødte straks en Skuffelse i Forbudet mod at sælge de medbragte danske Bibler. Senere udtraadte han af Selskabets Tjeneste for at have frie Hænder i sin Virksomhed og gik fra nu af fuldstændig op i sin Gerning som Missionær indenfor “de aabne Brødres Samfund”. I 1881 ægtede han Elisabeth Isaksen, Thorshavn.

 

 

 

Den sagtmodige ydmyghed, der prægede William Sloans hele væsen og Fremtræden vandt ham efterhaanden som Tiden gik mange Hjerter, omend Modstanden fra kirkelig side til at begynde med ofte gav sig grelle Udslag. Hans religiøse Forkyndelse gik ikke dybt, den var enkel og usammensat som han selv; men den bares oppe af en Gudstro og en opofrende Næstekærlighed, der maatte aftvinge Respekt hos enhver og gøre ham afholdt, hvor som helst han færdedes. Som kun de allerfærrreste har hans Liv i det store og smaa været bestemt af det Forbillede, der er givet i Jesu af Nazarets Liv og Lære. Kun de allerfærreste har baaret Kristennavnet med samme ret som William Sloan.

 

Elspa

 

Fyrsta úrslitið av virkseminum hjá Sloan var, at Dia í Geil varð doyptur í 1880. Hetta var ein stórhending tá í tíðina, og skapti hon eisini nógv øsing. Tann næsta at lata seg doypa gjørdist systir hansara Elspa. Tað sigst at pápin Poul í Geil var ikki blíður, og helt at Dia og Elspa komu at gera naglan til kistu hansara. Hetta javnaði seg tó seinni.

Elspa giftist 11. oktober 1881 við William Sloan, sum var 19 ár eldri enn hon. Tey vóru borgarliga vígd í Skotlandi, tí hetta lat seg ikki gera í Føroyum tá.

Elspa var kend sum ein lívlig og hittinorðað kvinna, sum í sínum ungu árum spældi sjónleik, og var hon stórliga fagnað. Eina ferð av sjálvum próstinum Hammershaimb.

 

Elspa og William áttu børnini: Poul (1882-1953), Anna Elisabeth, kallað Betty (1885-1938), Elisabeth (1887-?), Arcibald (1890-?), Ketty (1892-1968) og Andrew (1896-1973). Tað er bert Andrew, sum eigur eftirkomarar í Føroyum. Børnini hjá honum og Ellu vóru: William, Elsebeth, Kristina og Poul. Poul hjá gamla Sloan eigur eina abbadóttir í London. Sum tað sæst í dagbókini hjá Petur Alberg vóru hann og Poul umframt at vera systkinabørn eisini bestu vinir.

 

 

Keldur:

Tingakrossur

FF-blaðið

men Gud gav vøkst

 

 

 

 

 

Á gravsteininum stendur:

 

MISSIONÆR

WILLIAM GIBSON SLOAN

F. 4. SEPTEMBER 1838

I DALRY SCOTLAND.

D. 4.SEPTEMBER 1914

 

ANKOM TIL FÆRØERNE ANNO 1865

ARBEJDEDE TROFAST I HERRENS

GERNING TIL SIN DØD, VIDENDE

SIG IKKE ANDET TIL SALIGHED

END JESUS CHRISTUS OG HAM

KORSFÆSTET.

 

DEN RETFÆRDIGES IHUKOMMELSE

ER TIL VELSINGELSE.

(ORDSPR. 10,7)

 

ELSEBETH SLOAN F. ISAKSEN

FØDT 18.JANUAR 1857 DØD 4. JUNI 1930

 

“JEG VED AT MIN GENLØSER LEVER”

 

JOB 19,25

 

 

------------

 

Næstu ferð:

Frásøgnin í komandi blaði verður frá grøvini hjá Susannu Mariu og Johan Vilhelm Mohr, sum gjørdist fyrsti býráðskrivari í Havn.