Gamli skúlin aftur til heiður og tónleik

Ein av fyrstu døgunum verður byrjað at grava út fyri nýggjum musikkskúla í Sørvági. Hesin verður bygdur í og uppí 123 ára gamla bygdarskúlan.

Sørvágur: - Vit vilja í øllum førum gera okkara til, at tónleikurin fær bestu umstøður at virka undir her í bygdini, sigur borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen við Sosialin.

Hetta er helst ein veruleiki sum tey tónleikahugaðu í Sørvági munnu fegnast um og hava longst eftir.

Í løtuni er støðan hon, at Musikkskúlin húsast í ymiskum hølum í skúlanum í bygdini. Men nú skal altso ein broyting koma í.

Ætlanin er at byggja ein sera snotuligan musikkskúla, sum fer at geva tónleikinum tær allarbestu umstøðurnar í framtíðini.

Sambært verkætlanini skal tann gamli skúlin brúkast til endamálið, eins og ein annar bygningurin skal byggjast fastur í henda.


Gávu

Sum nevnt, er nú klárt at fara undir at grava út fyri útbygninginum. Væntandi fer kostnaðurin av verkætlanini at kosta umleið 2,4 mió krónur.

Sum skilst á fólki, má hetta helst metast sum eitt eindømi, at ein kommuna í slíkari stødd gevur tónleikinum í bygdini so góðar umstøður at húsast undir.

Ein nevnd hevur arbeitt við hesi skúlaætlanini, í tøttum samstarvi við arkitektin Jákup á Stongunum.

Sambært borgarstjóranum er ein komin til eitt sera gott úrslit.

- Ætlanin er, at skúlin skal kunna takast í nýtslu komandi ár, sigur Jákup Suni Lauritsen.

Nevnast kann, at í fjør lat kommunan eina rættiliga stóra upphædd til Sørvágs Tónleikarafelag at keypa útgerð fyri.

Hetta hendi í sambandi við, at fimmti ár vóru liðin síðani felagið varð stovnað.