Gamli landslæknin skrivar um hjúnarskilnað

Høgni Debes Joensen hevur skrivað skaldsøgu um, hvussu 11 ára gamal drongur upplivir hatskan hjúnarskilnað hjá foreldrunum

Føroyingar kenna hann best sum landslækna ígjøgnum 35 ár, men nú stígur Høgni Debes Joensen inn á mentapallin sum rithøvundur.

Høgni Debes Joensen, sum gavst í starvinum sum landslækni í 2014, hevur givið út skaldsøga, sum verður roknað sum ein lykilskaldsøga – tað vil siga ein skaldsøga, sum lýsir verulig fólk og hendingar.

Bókin, ið kallast ”Stjørnuløtur í skugga”, snýr seg um, hvussu ein 11 ára gamal drongur upplivir pínufullan hjúnarskilnað hjá foreldrunum. Pápin hevur funnið sær eina frillu í Danmark, og mamman fær tað at vita. Tað leiðir til eina hatska uppgerð, sum órógvar sálarfriðin hjá dronginum.

Í andsøgn til órógvið í heiminum í Havn eru ferðirnar til góðsligu ommuna á bygd, har friður og einfaldur gerandisdagur valdur:

- Hann kennir seg frían, leysan og lættan. Sum er eitt tungt ok loyst av herðunum. Longur og longur burtur siglir hin kæri Streymur. Burtur frá Havnini , býnum, sum hann hatar. Hatar og ræðist. Nú skal hann á bygd, og hann skal vera har alla summarferiuna. Hann sær fyri sær alt tað góða og gleðiliga, ið fer at verða honum fyri, men mest av øllum gleðir hann seg til tann vælsignaða friðin, sum bygdin gevur honum,

Forlagið Sprotin gevur út skaldsøguna ”Stjørnuløtur í skugga”, sum er 228 síður til longdar.

(Mynd: Mureldur)