HB-TB 5-1 (2-0)
Tað var ikki nógv, TB kundi gera við HB, í steypakappingardysti teirra í gjárkvøldið. HB byrjaði tó ikki so skjótt, sum man kanska kundi vænta. TB stóð væl skipað, heldur aftarliga á vøllinum, og tað kravdist tolni til, skuldi HB koma gjøgnum TB múrin, vælstýrdur av fyrrverandi landsliðskempuni Óla Johannesen.
Tolni var lyklaorðið hjá HB
Júst tolni tóktist at vera lyklaorðið hjá HB í gjár, og eftir 21 minuttir bragdaði umsíður, tá ein sera væl upplagdur Christian Høgni Jacobsen vann sær tveir metrar frá markørinum, og fekk skumpað bóltin undir málverjanum, ið kom fúkandi út. Avleveringin kom frá langt afturi á vøllinum, og datt niður aftanfyri TB verjuna, har Christian Høgni hevði plasera seg.
Tá 36 minuttir vóru spældir, var sami Christian Høgni aftur á blettinum, tá hann vann ein bólt, eftir at hann tíðuliga hevði skumpað TB-verjuleikaran Pætur Holm vekk frá sær. Hvussu er og ikki, tagdi floytan hjá Jens Peturi Brattalíð, og Christian Høgni helt kósini móti málinum, við útfordrandi manér og stórum skjótleika. Komin ájavnt brotsteigarmarkið, sendir hann eitt vakurt følt skot í einum bleytum boga, a la Thierry Henry, framvið málverjanum, og inn við handastu stong, til støðuna 2-0, ið eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Javnari seinni hálvleikur
Í næsta hálvleiki kom TB betur við, og serliga Dan Mortensen og Jóhan Eivind Mouritsen stóðu seg avbera væl. Tó var tað, eins og í fyrsta hálvleiki, HB, ið byrjaði betur. Fyrst skoraði Andrew av Fløtum við brotssparki í 57. minutti, og so kom Henrik Rubeksen inn fyri Christian Høgna. Henrik gjørdi bart, stutta løtu seinni, tá hesin í 71. minutti, slapp at standa leysur í TB brotsteiginum, og hevði alla tíð í heiminum, at seta pannuna á, til 4-0. TB fekk so brotsspark í 82. minutti, ið Jóhan Eivind Mouritsen tók sær trygt av. Í 87. minutti var tað so aftur Henrik Rubeksen, ið var uppá spæl, tá hann skoraði dagsins seinasta mál, og staðfesti harvið góðu byrjanina hjá HB, og sendir eitt ávaringarskot til hini liðini, um at HB er ein styrki í ár.
HB-TB 5-1 (2-0)
1-0: Christian Høgni Jacobsen, 21.
2-0: Christian Høgni Jacobsen, 36.
3-0: Andrew av Fløtum, 57. (br.)
4-0: Henrik Rubeksen, 71.
4-1: Jóhan Eivind Mouritsen, 82. (br.)
5-1: Henrik Rubeksen, 87.