TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr partin av Gullradio á Rás2, har vit vitjaðu legendariska B36-formannin, Kristian á Neystabø, sum varð ímyndin av B36 báðumegin aldarskiftið.
Gamli formaðurin stórfegnast um gongdina seinnu árini, og hann er vónríkur um, at B36 kann halda seg har, sum tað er stuttligt at verða í framtíðini.
Vit skiftu eisini orð um ta nýggju kósina Kristian o.o. fólk í B36 settu seinast í áttatiárunum fyri at venda vánaligu, ítróttarligu gongdini, sum hevði verið í B36 í langa tíð tá. Felagið fungeraði væl sosialt, men Kristian o.o. vildu meir.