Gamlar almennar ognir fella ofta í órøkt

– Tí eiga landið og kommunan at ganga saman í eitt samstarv, sum veruliga ber ávøkstur.

 

Tað sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar býráð í viðmerking til Henrik Old, landsstýrismann, sum í Sosialinum mánadagin segði, at tað ikki kemur upp á tal at geva Tórshavnar kommunu havnina á Gomlurætt fyri einki.

 

– Landstýrismaðurin í samferðslumálum, Hendrik Old, verður í blaðnum endurgivin fyri at siga, “Tað kann ikki verða talan um at geva eina havn, sum hevur kostað landskassanum nógvar pengar, burtur fyri einki. So vil Tórshavnar kommuna yvirtaka havnina, mugu tey koma við einum boði. Vil Tórshavnar kommuna sleppa at yvirtaka Gomlurætt, og fáa ávirkan á, hvar Sandoyartunnilin skal koma upp, mugu tey bera skjótt at, tí tað eru nógvir spurningar at greiða.”

 

– Mín greiði boðskapur var bert at broyta ætlanina um, at Sandoyarferðslan úr tunlinum kemur upp á sjálvum havnarlagnum. Tí, um tunnilsmunnin skal vera á sjálvum havnarlagnum, høvdu vit mist stór virðir, og havnarlagið hevði ikki kunnað verið brúkt til tað, ið møguleikar annars eru fyri í framtíðini, sigur Marin Katrina Frýdal millum annað.

 

Hon vísir á, at um tunnilin harafturímóti út, har Merkið er málað í bergið (í svinginum oman til havnina á Gomlurætt), so hevði øll ferðslan gjøgnum Sandoyartunnilin, og kanska seinni úr Suðuroynni við, sloppið undan at koyrt niðan ígjøgnum tveir krappar bugar ella “hárnálssnaringar”.

 

– So til tykkum landsins kosnu, gott í tykkum, málið snýr seg um at gagnnýta tað, vit hava bygt upp, at skapa bestu loysnirnr og at hugsa og virka burðardygt.

 

– Gamlar almennar ognir, sum ikki verða brúktar longur, fella ofta í órøkt og liggja og forfarast. Tí hevði her verið ein funnin fressur, at landið og kommunan gingu inni í eitt samstarv, sum veruliga bar ávøkstur, sigur Marin Katrina Frýdal.

 

Hon vísir eisini á, at Hendrik Old ikki er hvør sum helst, og hann hevur drúgvar lívsroyndir. At hann hugsar og handlar praktiskt og skynsamt hava vit hoyrt góð dømir um mangar leygarmorgnar, har hann er sum tikin úr leikum.

 

– So latið okkum í felag hugsa loysnir, trivna og menning fyri landið alt, og mest av øllum fyri tey, sum eftir okkum koma, sigur Marin Katrina Frýdal í lesarabrævið.

 

Lesarabrævið hjá Marin Katrinu Frýdal kann lesast í fullum líki VIÐ AT TRÝSTA HER