Gamla trúboðaraskipið er illa farið

Mangir munnu teir vera, føroyingarnir, sum gjøgnum ár og dag hava havt tilknýti til trúboðaraskipini hjá felagsskapunum Operation Mobilization. Doulos, Logos, Logos II og nú Logos Hope, sum er okkara gamla Norrøna, hava øll vitjað í Føroyum, og teir føroyingar, sum hava siglt við hesum skipum í longri ella styttri tíðarskeið munnu allarhelst tátta væl í hundrað, um ikki mangt slíkt.

 

Gomlu skipini hjá OM, Doulos, Logos og Logos II hava øll vitjað í Føroyum, eins og Logos Hope hevur. Logos var her í 1983, Logos II var her í 2001 og 2007, Doulos í 2004 og Logos Hope í 2009.

 

Logos, sum var fyrsta skipið hjá felagsskapinum OM, bleiv keypt í 1970. Næstu 17 árini vitjaði Logos í 408 havnum í 108 londum. Yvir 6,5 milliónir fólk vitjaðu skipið.

 

Í 1988 sigldi Logos á land í ringum veðri í Tierra del Fuego, Eldlandinum, í Beagle-sundinum, millum Kili og Argentina. Eingin mansskaði hendi í stoytinum, men skipið var ikki til at bjarga og hevur staðið fast síðani.

 

Seinni hetta árið keypti felagsskapurin italska ferðamannaskipið Antonio Lazaro, sum bleiv doypt Logos II.

 

Í gjár legði norðmaðurin Terje Heggdal, sum var við Logos frá 1980 til 1983, hesar myndirnar av Logos út á Facebookvanga sín. Hann ferðaðist í økinum og valdi at taka túrin út til trúboðaraskipið. Hann skrivar, at skipið er illa farið. Sannlíkt er, at tað er brotnað av um tvøran og spurningurin er, hvussu leingi tað verður liggjandi sum nú. Einasta málingin, sum er eftir á skipinum, eru bókstavirnir EBE, sum eru málaðir á skorsteinin. EBE, Educational Book Exhibition, var heitið á enska felagsskapinum, sum var skrásett sum ánari av skipinum.

 

Fleiri myndir og sjónbandabrot eru at síggja á Facebookvanganum hjá Terje Heggdal. https://www.facebook.com/terje.heggdal/posts/10154109571386924.

 

Les eisini Nú verður hetta skipið hotell