Leikakund hevði boðið til eitt rættiligt gamlaárskvøld í gjárkvøldið. Hópurin av fólki vóru møtt, meðan Pætur við Keldu saman við Heiðrun Petersen løgdu fyri. Síðani komu Steintór Rasmussen uppí og seinni Hans Hjalti Skaale. Deiligir og kendir tónar.
Í steðginum spældi Alvi Joensen úr Gøtu, sum hevur fingið undirvísing frá eitt nú Magnus Jacobsen úr Fuglafirði og Ólavi Jacobsen úr Havn. Fyri hálvum ári siðan byrjaði Alvi at spæla á musikkonservatoriunum í Malmø.
Eftir steðgin greiddi Niclas Heri Jákupsson lystiliga frá, hvussu tú skalt liva lívið og fylgja teimum aðalmálum, tú hevur sett tær fyri, so tú ikki verður strongdur - um tú hevur sett sær slík mál! Tú verður tað, tú hugsar, var ein av setningunum.
Eftir hetta spældi Niclas Heri eitt lag: Í mínum boblubað, sum var yrkt til høvið, síðani kom Hans Hjalti og Steintór aftur.
Eitt frálíkt kvøld, har fólk sum Pætur við Keldu saman við Heiðrun Petersen, bæði í heimsflokki sita eitt óskyldugt hóskvøld í Spaniastovu í Klaksvík - beint fyri nýggjárshalguna og vísa síni kynstur - saman við øllum hinum kendu okkara, og aftastur situr Hanus G. Johansen og ruggar afturvið á aftasta bonki. Tað er bara deiligt!
Takk til Leikalund, Takk til Spaniastovu - slík kvøld kunnu bara upplivast.
Orð og myndir: Dávur Winther